• flexible
    HomeHeim
    Bar FoodMenu
    BeveragesWhiskey og ØL
    What´s onTiltøk

    Looking for a job?
    Contact us…



    GLITNIR var sett á stovn 17. Juni 2005, vit hildu, at tað var tørvur á einum hugnaligum stað, har fólk kunna koma og hugna sær, við einum løttum og leskiligum ábitið, njóta eitt glas, lesa bløðini,  ella bara støkka inná gólvið, á veg heim - ella á veg út. Umframt at vit spenna okkum út í vikuskiftinum, eru Glitnir opið allar gerandisdagar frá kl.11.30. 
    Vit liggja mitt í høvuðsstaðnum, umhvørvi er eitt satt dreymaumhvørvið, og vit halda at tað eisni merkir góða lagið í Glitni.
    Glitnir er blivin ein partur av Skálatrøð og Vágsbotnið. Alt andar av søgu og lívið, og júst her er rætta plássið til Glitnir. Møguleikarnir eru sjálvandi eisini at njóta umhvørvið utttanfyri, har vit hava borð og stólar. Í vikuskiftinum er eisini møguleiki at syngja karaoke, hyggja at fótbólti, spæla dart og fáa sær ein góðan "sving om ". Sunnudagarnir eru vornir ein hugnaløta hjá gestunum, har mangan verður tosa um leyst og fast, farnu vikuna og sjálvandi um vikuna sum liggur fyri framman.  Vit kunna bert staðfesta at allir dagarnar í Glitnir eru litfagrir og hugnaligir.   Tá eitt navn skuldi finnast til Glitnir, vóru fleiri nøvn sum lógu á borðinum og sum støða skuldi takast til. Semja var tó um, at navnið onkursvegna skuldi vísa til okkurt sum kundi knítast til eitt stað har fólk samlast og at tað ikki skuldi vera ov langt og knorklut. Ein dagin - stutt fyri evstamark kom navni Glitnir á breddan, tað virkaði eitt sindur ørðvísi enn alt annað sum higar til hevði verið á skránni, men onkursvegna so sat tað merkiliga væl, men rætt skal vera rætt, tað bleiv lagt til síðis eina løtu. Men tað var ikki nógv tíð at geva av, og "Glitnir" lá og "spøkti" alla tíðina - so brádliga bleiv avgerðin tikin um nanvið Glitnir.

    Tikið verður seoliðis til 
    Glitnir eitur sælur stokkar av gulli og tektur við silvuri har man Forseti búgva flestu dagar og loysa allar sakir

    OKKARA STARVSFÓLK
    Í Glitnir og Irish Pub starvast 43 starvsfólk, sum starvast á skiftandi vaktum. Á regluligum starvsfólkafundum í Glitni vera viðkomandi mál umrødd, um framt tað er eitt gylt høvi at kunnað um ymiskt og so eisini hava eina felags hugnaløtu. Starvsfólkini hava verið  á "barr-skei" umframt vit eisini hava havt nøkur fólk her heima at greiða frá hvussu hesin parturin av vinnlívinum er skipaður aðrastaðni. Vit hava higartil verið 3 uttanlandsferðir, har starvsfólkini fíggjað ein part gjøgnum starvsfólkakassan, hetta havi verið minniligir og samansjóðandi túrar sum verðuliga gera mun í trivnaðinum.

    STARV Í GLITNIR/ IRISH PUB
    Kundi tú hugsa tær at arbeitt í Glitnir / Irish Pub?
    Í barruni, duravørur ella í køkinum ? Mitt í viku ella í vikuskiftinum ? Skriva nøkur fá orð um teg sjálvan, ella støkk inn á gólvið og tosa við Karli Send tl okkara teldupost: glitnir@glitnir.org