Um okkum
Glitnir var sett á stovn 17. Juni 2005, vit hildu, at tað var tørvur á einum hugnaligum stað, har fólk kunna koma og hugna sær, við einum løttum og leskiligum ábitið, njóta eitt glas, lesa bløðini, ella bara støkka inná gólvið, á veg heim - ella á veg út.
Umframt at vit spenna okkum út í vikuskiftinum, eru Glitnir opið allar gerandisdagar frá kl.11.30. úr køkinum eru lættir rættir til keyps, sí matarkránna aðrastaðni á síðuni.
Vit liggja mitt í høvuðsstaðnum, umhvørvi er eitt satt dreymaumhvørvið, og vit halda at tað eisni merkir góða lagið í Glitni.
Glitnir er blivin ein partur av Skálatrøð og Vágsbotnið. Alt andar av søgu og lívið, og júst her er rætta plássið til Glitnir. Møguleikarnir eru sjálvandi eisini at njóta umhvørvið utttanfyri, har vit hava borð og stólar.
Í vikuskiftinum er eisini møguleiki at syngja karaoke, hyggja at fótbólti, spæla dart og fáa sær ein góðan "sving om ".
Sunnudagarnir eru vornir ein hugnaløta hjá gestunum, har mangan verður tosa um leyst og fast, farnu vikuna og sjálvandi um vikuna sum liggur fyri framman.
Vit kunna bert staðfesta at allir dagarnar í Glitnir eru litfagrir og hugnaligir.
Tá eitt navn skuldi finnast til Glitnir, vóru fleiri nøvn sum lógu á borðinum og sum støða skuldi takast til. Semja var tó um, at navnið onkursvegna skuldi vísa til okkurt sum kundi knítast til eitt stað har fólk samlast og at tað ikki skuldi vera ov langt og knorklut.
Ein dagin - stutt fyri evstamark kom navni Glitnir á breddan, tað virkaði eitt sindur ørðvísi enn alt annað sum higar til hevði verið á skránni, men onkursvegna so sat tað merkiliga væl, men rætt skal vera rætt, tað bleiv lagt til síðis eina løtu.
Men tað var ikki nógv tíð at geva av, og "Glitnir" lá og "spøkti" alla tíðina - so brádliga bleiv avgerðin tikin. Glitnir merkir:

VIT HAVA OPIÐ
Mánadag - Hósdag: kl. 11:30 - 00:00
Fríggjadag:kl. 11:30 - 04:00
Leygardag:kl. 12:00 - 04:00
Sunnudag:kl. 13:00 - 00:00
SAMBAND
Glitnir
Grím Kambansgøta 13,
Postsmoga 279
110 Tórshavn
Tel: +298 319090
Far: +298 737400
Teldupostur: glitnir@glitnir.org
IRISH PUB
Grím Kambansgøta 13
Postsmoga 279
110 Tórshavn
Tel: +298 319091
Far: +298 737400
Teldupostur: irishpub@irishpub.fo

